Góðkenningar
Shaila Dam Jacobsen
Eiti Shaila Dam Jacobsen, útbúgvin kosmetiskur sjúkrarøktarfrøðingur og havi nógvar royndir innan vakurleikaviðgerðir innan botox, skinbooster, filler, lasara til hárfjerning og peeling. Fyri meg er týdningarmikið at møta ynskinum hjá kundanum, soleiðis kundin kann føla seg væl og samstundis greiða, frá hvat eitt realistiskt mál vit kunna røkka, við endaliga úrslitinum við útsjóndini.
Mary Højgaard
Eg eri útbúgvin serlækni innan húðsjúkur- Dermatologi. Til dagligt havi eg mína gongd á Landssjúkrahúsinum, har eg starvist sum yvirlækni á Dermatologisk Ambulatorium. Umframt hetta havi eg tikið skeið innan botox, filler og kemiskari peeling. Tað estetiska hevur altíð havt mín áhuga, og eg havi luttikið í nógvum altjóða ráðstevnum um húðsjúku, kosmetikk og lasaraviðgerð.
Forvitin at vita meira?
Eftirlit
Sum skrásett klinikk fáa vit regluliga vitjanir frá embætislæknum – fráboðað sum ófráboðað.
Eftir hvørja vitjan verður skrivlig frágreiðing gjørd, og henda liggur alment til taks her.
-
Skrásetingar
Í kunngerðini í reglubindinum stendur, at Ævi og starvsfólkini, sum fremja kosmetiskar viðgerðir*, eru skrásett hjá Landslæknanum, sum vil siga, at vit sambært lógini (§ 12, stk. 1) lúka treytirnar fyri at fremja kosmetiskar viðgerðir.
Ævi er góðkent hjá Landslæknanum sambært §23, stk. 1 i bekendtgørelse for Færøerne om kosmetisk behandling, sum broytt við bekendtgørelse nr. 1106 frá 29. juni 2020.
*Við kosmetiskari viðgerð verður meint við viðgerðir, sum bert verða framdar, tí kundin ynskir viðgerð av kosmetiskum ávum. -
Kosmetiskar viðgerðir
Landslæknin hevur skrásett Mary Højgaard Hansen at kunna útføra hesar viðgerðir:
- Viðgerð við botulinumtoksin og innspræning (§ 4, stk 1, nr. 18.)
- Viðgerð við ikki-varandi fillers (§ 10, Stk. 3, nr. 2, sbr. § 6, nr. 3.)
- Non-ablativ viðgerð við lasara, í flokki 3B ella 4, IPL og aðrir hættir, sum kunnu samanberast, umframt fremjan av hesum (§ 4, stk 1, nr. 23)
- Ablativ viðgerð við lasara, í flokki 3B ella 4, og aðrir hættir, sum kunnu samanberast, umframt fremjan av hesum (§ 4, stk 1, nr. 24)
- Peeling av húðini við trikloretteddikesýru (TCA) og fenol (§ 4, stk 1, nr. 25)
- Peeling av húðini við vørum við pH-virði á 3 ella undir (§ 6, stk 4)
Landslæknin hevur skrásett Brynhild Restorff at hjálpa til við hesum viðgerðum:- Viðgerð við botulinumtoksin og innspræning (§ 10, stk. 2, nr. 3.), tó ikki viðv. fyrireiking og val av viðgerð.
- Viðgerð við ikki-varandi fillers (§ 10, Stk. 3, nr. 2, jf. § 6, nr. 3.)