Hvat er Filler (Restylane og Belotero)?

Filler (Restylane og Belotero) er gelé, sum er gjørt úr vatni, stabilerandi hyaluronsýru (HA) og Lidocain. HA er eitt sukurevni (glykosaminoglycan) í kroppinum, sum er ein týðandi partur av húðini.

  • Hvussu virkar tað?

    HA dregur vatn til sín og víðkar harvið vevnaðin, sum so gevur húðini vætu, fyllu og gyrði (elastisitet). Úrslitini eru ikki varandi, men vara leingi og eru sera vøkur.

  • Hvar kann man viðgerast við Vistabel®?

    Flestu økini á húðini kunnu viðgerast fyri rukkur. Tá ið tú fært rukkur, er húðin ikki so smidlig og hyldlig eins og áður. Filler verður nýtt at endurskapa smidleika, glóð og frískleika í ymiskum økjum so sum:

    • Vørrum (form og stødd)
    • Javnan av rukkum og arrvevnaði
    • Minking av "roykjararukkum" rundan um varrarnar
    • Lyfting av kinnabeinum
    • "Nasolabial fold"
    • Munnklova
    • Kjálka
    • Høku
1 av 2

Skal eg gera nakað áðrenn viðgerðina?

Ein Filler-viðgerð er lutfalsliga einføld og fer sum oftast fram uttan nakrar trupulleikar. Nakrar dagar áðrenn viðgerðina verður viðmælt at lata vera við at taka Treo, Ibuprofen, Magnyl umframt ávísar natúrtilbúningar. Hesi forða blóðinum at storkna, sum ger, at tað verður størri kjansur fyri bláum merkjum eftir viðgerðina.

​Fyrivarni

Hevur tú herpes (krímsár) ella døkkormspirrusjúku (bumsar) eigur tú ikki at fáa tær Filler á hesi støð. Gert tú tað allíkavæl, eigur tú at bíða, til infektiónin er horvin.


Vanlig hjáárin

Tað er vanligt at fáa roða, gerast hovin og í summum førum at fáa blá merki rundanum. Hetta fer vekk aftan á nakrar dagar. Upplivir tú óvæntað hjáárin, eru vit at røkka á einum bráðtelefonnummari, sum tú fært aftan á viðgerðina.


Er viðgerðin pínufull?

Produktini eru doyvandi, og tí er ikki neyðugt við staðdoyving. Varrarnar eru tó viðkvæmar, og tí kann man staðdoyva við kremi áðrenn viðgerðina.

  • Soleiðis fer viðgerðin fram

    Vit brúka serligar vørur frá Monbell Clinic, sum er Restylane og Belotero. Økið verður fyrst sóttreinsað, og síðani verður geléið sprænt inn í húðina. Viðgerðin tekur eini 20-30 minuttir, og úrslitið sæst við tað sama. Tú kanst vera eitt sindur hovin aftaná, men tað fer vekk eftir fáum døgum.

  • Aftan á viðgerðina

    Tú kanst bera teg at sum vant aftan á viðgerðina. Tó hevur tað týdning, at tú ikki tekur sól, fert í sauna, svimur ella íðkar ítrótt. Tað verður eisini viðmælt, at tú ikki kølir húðina niður við ísi. Vit viðmæla ikki blóðtynnandi heilivág, alkohol, skeljadjór í 2 døgn aftan á viðgerðina. Tú kanst brúka makeup og krem 4 tímar seinni.

Hvussu leingi virkar Filler?

Tað er ymiskt, hvussu leingi Filler virkar. Tú kanst vænta, at Filler heldur í 6-10 mánaðir. Hevur tú fingið 3-4 viðgerðir, kann tað halda longur enn 18 mánaðir. Ert tú ikki fegin um úrslitið, kanst tú til alla tíð burturbeina við Hyaluronidase, og fáar tímar seinni er alt vekk aftur.

  • Eftirlit aftan á viðgerðina

    Um tú hevur hug, so kanst tú koma til eftirlit hjá okkum 2 vikur aftan á viðgerðina.

Aldursmark á 18 ár er galdandi til allar viðgerðir og tað skulu verða 48 tímar í millum forkanning og viðgerð.